02. sep. 2026
Fráfaringarløta fyri Hildur

Mikudagin 2. september takkaðu starvsfelagaðar og leiðsla Hildur Gram fyri mong góð ár saman í Sankta Frans skúla.

Hildur hevur verið lærari í Sankta Frans skúla síðan 1987. Hon bleiv sett í fast starv í 1990.

Men tilknýtið til skúlan og umhvørvið, ið nunnurnar mentu mitt í Havnini, byrjaði langt áðrenn tað. Tá ið Hildur var nakrar fáar mánaðir gomul fór hon í vøggustovu í Stella Maris. Síðani fór hon í barnagarðin, Sankta Jósef, og haðani gekk leiðin í Nonnuskúlan, sum skúlin vanliga verður kallaður. Sostatt er Hildur ein sannur nonnufressur.

Starvsfelagar og leiðsla takkaðu Hildur fyri tey mongu góðu árini. Hildur er kvinna við sterkum meiningum, og hon er ómetaliga væl skipað í tí, sum hon ger. Næmingar og starvsfelagar vita, at tað er skil í hjá Hildur. Fleiri lærarar nevndu eisini, at Hildur dugdi sera væl at taka ímóti teimum, tá tey sum ungir lærarar byrjaðu at arbeiða í Sankta Frans skúla.

Hóast Hildur nú takkar fyri seg, er hetta ikki eitt endaligt farvæl. 

Her ert tú altíð vælkomin, Hildur.

 

 

 

 

 

15. sep. 2026
Skúla­rennidagu­rin 2026
29. aug. 2026
6. flokkar­nir á floti við Westward Ho
18. jun. 2026
Fráfaringarløtan hjá 9. flokki
02. jun. 2026
Fótbóltsdagu­rin 2026
17. des. 2025
Jóla­leikur hjá 5.ab 2025